Jákupskeljar við upphitaðum eplum og leyki

TILFAR

Stoktar jákupskeljar við eplum og leyki

2 fólk

200-400g av jákupskeljum
1⁄2kg køld kókaði eplir ella eplir í glasi
3 vanligar leykir ella reyðleykir
Purleyk
Salt
1 tsk sukur
Olja og evt. smør

aftur

MANNAGONGD

  1. Sker leykirnar í helvt og síðan í flísar. Sker eplini í smáar bitar.

  2. Steik leykin á pannu við olju og smøri, koyr eitt sindur av salti og 1 tsk av sukri í.

  3. Vend væl og lat leykin verða bleytan. Tak av pannuni.

  4. Steik síðani eplini sum eru skorin í bitar. Koyr purleyk omanyvir og salta eftir tørvi.

  5. Steik jákupskeljarnar á heitari reinari pannu við olju. Brúnkast á báðum síðum.

  6. Legg jákupskeljarnar á pannuna við eplunum. Sett á borðið saman við leykinum.
Show in english