Eplasalat við jákupsskeljum

TILFAR 

Eplasalat við jákupsskeljum, leyki, radisum og grønertrum

4 fólk

400 g jákupskeljar
½ kg køld eplir(kókaði). ella eplir í glasi
2 reyðleykir
10 radisur
150 g grønertrar ella edamamebønir

DRESSINGUR

3 spsk olivenolja
2 spsk vatn
2 spsk søtan franskan sinnop
2 spsk dild, frískt ella fryst

aftur

MANNAGONGD

  1. Rør dressingin og smakka til við salti og pipari

  2. Sker eplini, reyðleykirnar og radisurnar í flísar

  3. Steik jákupskeljarnar á heitari pannu við olju, evt eitt sindur av smøri eisini. Brúnkast á báðum síðum.

  4. Blanda salatina og legg skeljarnar omaná.

  5. Hav gott breyð afturvið.
Show in english