Blómkálssúpan

TILFAR

Kremut blómkálssúpan við snerktum jákupsskeljum, brúnkaðum smøri, súrepli og dild

Forrættur til 4 fólk

2 leykir
25 g smør
1 blómkál
7 dl mjólk
1 sitrón
80 g smør
200 g jákupsskeljar
Rapsolja
1 súrepli
Dild

aftur

MANNAGONGD

  1. Hakka leykin og brót blomkálið í smærri tyssi og sker stokkin smátt.
    Steik leykin í smøri. Tá leykurin er glaskendur, legg so blómkálið afturat og stoyt mjólk omaná, til hon dekkar omanyvir. Smákóka til blómkálið er moyrt, uml. 20 min. Blenda til eina heilt mjúka súpan. Neyvsmakka við sitrónsaft og salti.

  2. Set smørið út á tjúkkbotnaða pannu við lágum hita. Eftir nakrar minuttir byrjar smørið at brúnka. Smørið má ikki brennast, tað skal hava ein nøtarkendan smakk.

  3. Turka jákupsskeljunum væl og vend teimum í olju. Tendra pannuna og bíða, til hon er rúkandi heit. Set jákupsskeljarnar at steikja, til tær hava fingið steikiskorpu. Tak tá av og lat tær kølna eitt sindur. Jákupsskeljarnar skulu ikki verða gjøgnumstoktar.

  4. Sker súreplið í terningar.

    Borðreið við heitari súpan og legg jákupsskeljarnar í. Síðan leggur tú brúnkað smør, súrepli og dild afturat. At enda rívur tú sitrónskal yvir rættin.
Show in english